Articles

Um okkum

OCD er ein familjurikin flutningsfyritøka, sum hevur serliga drúgvar royndir við lastbila- og trailaraflutningi.

Við heimstaði í Saltangará og fleiri nýtímans lastbilum og trailarum røkja vit fjølbroyttar flutningsuppgávur fyri kundar um alt landið.

Fyritøkunavnið, OCD Spf., stavar sjálvandi frá stovnaranum Óla Christian Danielsen. Óli Christian rak flutningsfyritøkuna í fleiri áratíggju, men fyri nøkrum árum síðani yvirtók sonurin, Símin Danielsen, dagliga raksturin av fyritøkuni. Óli Christian var tó virkin og eldáhugaður í fyritøkuni líka fram til hann andaðist í 2009.

Virkisøkini hava ígjøgnum árini umfatað bæði lastbila- og trailaraflutning umframt bilaverkstað, men seinnu árini hevur OCD burturav fingist við lastbila- og trailaraflutning, og við fokusi á hesum er OCD í dag ein av fremstu fyritøkunum innan sítt øki í Føroyum.

Í dag er ein stórur partur av flutninginum hjá OCD í samstarvi við Smyril Line Cargo. Við hesum sáttmálanum hevur OCD allan innanlands flutning hjá Smyril Line Cargo í samband við komur og fráferðir hjá Norrønu.